Innanlands

Bilførari var ávirkaður av rúsevnum

Funnu eisini smáar mongdir av hassji í bilinum

2019-01-22 08:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan tók um eitt tíðina í nátt ein menn, sum nú verður skuldsettur fyri at hava koyrt bil vera ávirkaður av rúsevnum.

Eins og við rúsdrekka er heldur ikki loyvt at vera ávirkaður av øðrum rúsandi evnum meðan koyrt verður bil. Í hesum føri var talan um, at bilførarin hevði roykt hassj, upplýsir vakthavandi á politistøðini.

Løgreglan fann eisini smáar mongdir av hassji í bilinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder