placeholder
Uttanlands

Bilførari í Keypmannahavn rendi á fleiri súkklur

Hendingin á Eysturbrúgv hósdagin kostaði einari 65-ára gamlari kvinnu lívið. Bilførarin var sjálvur í lívsvanda eina løtu, og løgreglan arbeiðir útfrá, at hann hevur fingið eitthvørt beint áðrenn vanlukkuna.

2026-09-04 13:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt ferðsluóhapp fór fram á Eysturbrúgv (Østerbro) í gjár, har ein bilur rendir á nakrar súkklur í einum svingi.

Nøkur fólk fingu smærri skaðar, men hendingin kostaði einari 65-ára gamlai kvinnu lívi.

Hetta skriva fleiri danskir miðlar.

Í dag hevur løgreglan í Keypmannahavn boðað frá, at bilførarin hevur verið innlagdur og eina løtu í lívsvanda síðani hendingina.

Talan er um ein 74-gamlan mann, og sambært donsku løgregluni er illgruni um eitt hvørt er hent við honum beint fyri vanlukkuna: Ástøði er, at bilførarin fekk eitt "ildebefindende". Hetta skrivar tv2.dk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder