2019-02-01 15:05
            
        
         
                
            Lítið av kava hevur verið seinasta døgnið, men enn mugu bilførarar ansa sær. Landsverk boðar frá hálka kring allar oyggjarnar.
Landsverk skrivar um koyrilíkindini, at hálka er í Runavík. Eisini verður sagt, at roknast kann við hálku á hesum støðum:
Á Dalavegnum til Viðareiðis, um Gjáarskarð, á Kambsdali, á Gøtueiði, Eystanfyri í Norðskálatunnilinum, á Tjørnuvíkarvegnum, um Høgareyn, á Vatnsoyrum, í Kaldbaksbotni og við Velbastaðháls.
Fylg við koyrilíkindunum her.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald