Størsta avlopið av føroysku bilasølunum í 2025 hevði bilsølan Waag P/F, við einum ársúrslitið á 11,5 mió.kr. eftir skatt.
Næstbesta ársúrslitið tá ið óvanligar inntøkur eru frádrignar, hevði Reyni Service P/F við 7,2 mió.kr.
Aftaná tvey ár (2023 og 2024) við lækkandi sølu og minkandi avlopi, eru úrslitini hjá bilasølununum samanlagt aftur økt í 2025.
Ráðgevingarfyritøkan Nira hevur aftur í ár gjørt eina greining av gongdini og úrslitunum hjá samlaðu bilasølunum fyri 2024.
Grundarlagið fyri greiningina eru bilasølur, sum hava umboð uppá bilmerkir í Føroyum.
Talan er um bilasølurnar: Reyni-Service P/F, Waag P/F, Wenzel P/F, Bilasølan P/F, Berg Motors P/F, og Nordbil Sp/f. Komfortbilar Sp/F gavst í 2025 og er ikki við í greiningi fyri 2025. Wenzel hevur yvirtikið umboðini uppá BMW.
Sølan av nýggjum persónbilum er økt við 24 prosentum í 2025
Hagtølini frá Akstovuni vísa at sølan av akførum, sum vera seld sum persónbilar og vørubilar, aftaná eitt støðugt fall í fleiri ár, nú í 2025 er økt við 277 persónbilum, sum er ein vøkstur á 24 prosent.
Eisini sølan av vøruvognum er rímiliga nógv økt í 2025, frá 241 til 319 vørubilar, sum svarar til ein vøkstur upp á 32 prosent.
Niðanfyri er gongdin í søluni av persónbilum og vørubilum víst:
![]()
Tølini higartil fyri 2026 bera eisini brá av, at vøksturin í bilasøluni heldur fram. Tað eru 74 fleiri persónsbilar seldir fyrstu 7 mánaðirnar í 2026 samanborið við sama tíðarskeið í 2025. Hinvegin eru 22 færri vøruvognar seldir higartil í 2026.
![]()
Á talvunum omanfyri sæst eitt ávíst samanfall millum øktu søluna av akførum í 2025 og økta rakstrarúrslitið í bilasøluvinnuni í 2025. Tó var úrslitið serliga í 2025 órógva av óvanligum kapitalinntøkum hjá einari bilasølu á 12 mió.kr. Tá regulerað verður fyri hesum, er samlaða úrslitið í 2025 góða hálva millión hægri enn í 2024.
![]()
Waag hevði aftur besta ársúrslitið
Aftur í 2025 hevði P/F Waag besta úrslitið við 11,5 mió.kr. í avlopið eftir skatt.
P/F Waag er sera væl fyri fíggjarliga við einum eiginpeningi við ársenda 2025 upp á 80,9 mió.kr., sum gevur eitt trygdarevni á 60,4 prosent. Felagið hevur onga langfreistaða skuld og 36,6 mió.kr í tøkum peningi og likviditetsgrad á 205 prosent.
Næstbesta roknskaparúrslitið í 2025 hevði Nordbil Sp/f, sum var 9,9 mió.kr. Tó er talan eina óvanliga fíggjarliga inntøku á 12 mió.kr., sum onki hevur við bilasølu at gera.
P/F Reyni Service hevði triðbesta ársúrslitið sum í 2025 var eitt avlop á 7,2 mió.kr.
Á niðasta plássi í 2025 var P/F Berg Motors við einum avlopið á 1,7 mió.kr.
Roknskapartølini hja teimum seks bilasølunum kunnu síggjast á talvuni niðanfyri.
![]()
Útlitini fyri bilasølurnar í 2026 sýnast møguliga at verða nakað bjartari, táið sølan av nýggjum bilum sambært Akstovuna er hækkað fyrstu 7 mánaðirnar í 2026. Vøksturin er 74 persónbilar ella 9 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald