2021-04-18 14:02

Bilafestivalurin á Svangaskarði, sum B68 í ár á fyrsta sinni skipar fyri, byrjaði í gjár, og heldur fram í dag.
Nærum allar bilasølur í Føroyum luttaka umframt aðrir veitarar til bilútgerð. Ymiskt er eisini á skránni. Føroya flottasti bilur skal kjósast umframt flottasti 4x4 bilur og flottasti útstillingsbilur.
Tónleikur verður eisini. Signar í Homrum og Ragnar í Vík fara at framføra.
Myndamaðurin Jens Kristian Vang var á Svangaskarði í gjár, og tók myndir fyri Portalin. Sí myndirnar her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald