Innanlands

Betri Banki: Gott úrslit fyri 2025

Orsøkin til góða úrslitið er, at eftirspurningurin eftir fígging  hevur verið stórur, og at útreiðslurnar hava verið lægri enn undanfarin ár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-03-10 12:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Úrslitið hjá Betri Banka fyri 2025 gjørdist 272,9 milliónir krónur. Orsøkin til góða úrslitið er, at eftirspurningurin eftir fígging frá bæði vinnu- og privatkundum hevur verið stórur, og at útreiðslurnar hava verið lægri enn undanfarin ár.

Í nógv ár hevur eftirspurningurin frá kundum verið støðugur, og 2025 var einki undantak.

Útlánini hjá bankanum vóru við ársenda økt við umleið 650 millónum krónum og innlánini við fleiri enn 1.200 milliónum.

Bankin hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at betra um lutfallið millum inntøkur og útreiðslur. Tað hevur havt við sær, at bankin hevur eitt tað lægsta útreiðslustøðið, í mun til inntøkurnar, av øllum peningastovnunum í danska kongaríkinum.

Samstundis hevur bankin eisini arbeitt við at styrkja um kapitalstøðuna og gjaldførisstøðuna. Tað er eydnast við at økja um innlánini, tí innlánstreytirnar hava verið góðar, samstundis sum bankin hevur hildið aftur við, hvussu nógv verður útlutað í vinningsbýti til móðurfelagið. Betri Banki kann tí fíggja alt sítt virksemi við eginpeningi og innlánum frá føroyskum kundum.

Betri Banki hevur ein solvens upp á 37,1 prosent, sum er ein tann hægsti í kongaríkinum, og bankin hevur ikki lán frá øðrum útlendskum fíggingarstovnum – hvørki til at styrka solvensin ella gjaldførið.

- Vit fegnast um jaligu gongdina í 2025 og vænta eisini eitt gott úrslit fyri 2026. Hetta tí at stóri eftirspurningurin frá kundunum seinastu árini sær út til at halda áfram í 2026, samstundis sum flestu av okkara kundum eru væl fyri fíggjarliga. Høgi eginpeningurin og sterka gjaldførið ger, at vit á tryggum grundarlagi kunna fíggja vøksturin í føroyska samfelagnum, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.

Árið í stuttum

  • Úrslitið eftir skatt er 272,9 mió. kr.
  • Fíggjarstøðan javnvigar við 13.686 mió. kr.
  • Útlánini eru 9.226 mió. kr.
  • Innlánini eru 10.703 mió. kr.
  • Eginpeningurin er 2.747 mió. kr.

Allur roknskapurin sæst her

[object Object]
Jean Djurhuus, forstjóri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder