Innanlands

Betri letur tíggju milliónir til sjúkrahúsverkið

- Tað liggur okkum nær at stuðla í hesum truplu tíðum fyri føroyska samfelagið, sigur Evy Jacobsen, stjóri í móðurfelagnum í Betri,

(Mynd: Betri)

(Mynd: Betri)

2020-03-20 13:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Betri samtakið hevur í dag kunngjørt, at tað letur 10 mió. kr. í bráðfeingishjálp til føroyska sjúkrahúsverkið. Hesin stuðulin verður latin til útgerð at kanna og basa corona-farsóttini í Føroyum.

- Betri er eitt serføroyskt samtak, sum kundarnir eiga, ið hevur sum endamálsorðing at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum. Tí liggur tað okkum nær at stuðla í hesum truplu tíðum fyri føroyska samfelagið,”

Hetta sigur Evy Jacobsen, stjóri í móðurfelagnum í Betri, sum umsitur Betri Stuðulsgrunnin í tíðindaskrivi.

Har skrivar Betri eisini, at Stuðulsgrunnurin hevur sum endamál at stuðla sjúkufyribyrgjandi tiltøkum. Korona-farsóttin er størsta heilsuliga avbjóðing, sum Føroyar hava staðið yvir fyri í nýggjari tíð, og tí var grunnurin ikki í iva um at stuðla hesum týðandi arbeiði.

Trýstið á heilsuverkið er stórt, nú tað skal verða búgvið til at taka ímóti koronasjúklingum. Tí kemur hetta sera væl, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri fyri sjúkrahúsverkið: 

- Hetta ger sera stóran mun hjá okkum, tí kostnaðurin av júst hesi útgerð er vaksin sera nógv, nú eftirspurningurin er vaksin so brádliga um allan heim. Vit eru sera takksom. Eg havi verið í sambandi við landsstýrismannin við heilsumálum, sum eisini vil senda eina hjartans tøkk

Umframt fíggjarliga stuðulin til sjúkrahúsverkið, hevur Betri bjóðað heilsumyndugleikunum at læna ognir hjá samtakinum til mongu fólkini, ið verða sett í sóttarhald í hesum døgum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder