Innanlands

Betri bussleið til børn og ung á bygd

Børn og ung á bygd hava ikki somu møguleikar at fara til tiltøk, sum børn og ung í høvuðsstaðnum, og tað mugu vit gera nakað við, sigur Jónleif Johannesen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin. Mikudagin fer hann at spyrja landsstýrismannin við samferðslumálum, hvussu hann ætlar sær at tryggja, at øll børn og ung hava støðuga atgongd til bussleið til tiltøk kring landið.

2019-03-17 12:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nógv tiltøk, ið eru ætlað barnagørðum og fólkaskúlum, eru í høvuðsstaðnum gjøgnum árið. Nógv at hesum tiltøkum eru mennandi tiltøk, sum fólkaskúlar og barnagarðar kunnu njóta gott av. Tað hevur tó verið so tey síðstu nógvu árini, at skúlaflokkar og barnagarðsbørn ikki eru javnt stillað við aðrar brúkarar av samferðslu okkara. Skúlaflokkar og barnagarðar fáa at vita, at tey bert sleppa við eitt nú Bygdaleiðum, um pláss er til tess. Skulu barnagarðsbørn og skúlaflokkar til tiltøk í øðrum býi ella bygd, ofta fyriskipað fyri almennar krónur, mugu stovnarnir sjálvir leiga buss, tí bussur frá Bygdaleiðum ikki verður settur inn at koyra tey. Hetta er kostnaðamikið, og velja stovnarnir ofta tilboðið frá av fíggjarligum orsøkum. Hetta skapar ein ójavna millum skúlar og barnagarðar í landinum. 

Tí fer Jónleif Johannesen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, at seta Heðini Mortensen, landsstýrismanni við samferðslumálum, ein munnligan fyrispurning um hetta á løgtingi mikudagin. 

Í juni 2019 skal útbjóðingartilfarið fyri at røkja bussleiðirnar hjá landinum komandi nógvu árini vera inni, og Jónleif Johannesen vónar, at landsstýrismaðurin fer at fáa inn í útbjóðingartilfarið, at bussfeløgini, ið bjóða seg fram, hava skyldu til at koyra barnagarsbørn og skúlabørn, eisini um neyðugt er at seta eyka buss inn á farleiðina.

- Bygdaleiðir hava til uppgávu at flyta borgarar landsins og onnur ferðandi millum bygdir. Barnagarðar og skúlaflokkar kunnu boða frá dagar frammanundan, nær tey vilja brúka Bygdaleiðir, so tað skuldi væl latið seg gjørt at skipa fyri, at bussur er til teirra, tá ið tørvurin býðst, sigur Jónleif Johannesen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder