Innanlands

Betri banki lækkar renturnar

Í gjár varð boðað frá, at evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin lækkaðu innlánsrentuna við 0,25 prosentstigum, og tað sama ger Betri Banki

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-06-06 10:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár lækkaði evropeiski miðbankin innlánsrentuna við 0,25 prosentstigum. Tað sama gjørdi danski tjóðbankin, og í dag boðar Betri Banki frá, at hann fylgir danska tjóðbankanum og lækkar renturnar.

Fyri privat- og vinnukundar hjá Betri Banka lækka út- og innlánsrenturnar við upp til 0,25 prosentstigum.

Broytingarnar koma í gildi 1. juli, skrivar bankin í tíðindaskrivi.

Meira um renturnar hjá Betri Banka sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder