Innanlands

Besta úrslit í 18 ár

Nomatek P/F hevði tvær mió.kr. í avlopið í 2022

2023-11-24 18:05 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Ársúrslitið hjá Nomatek upp á 2 mió.kr. er besta úrslit hjá felagnum síðstu 18 árini.

Nomatek er ein fyritøka, sum projekterar og framleiðir útgerð í rustfríum stáli til føroyska og útlendska marknaðin.

Fyritøkan er serliga kent fyri at menna og framleiða útgerð til alivinnuna og fiskivinnuna, umframt útgerð til vatnverk og svimjuhallir hjá kommunum. Harumframt veitir Nomatek eisini vørur og tænastur til føroysku byggivinnuna.

Rakstrarroknskapurin
Roknskapurin hjá Nomatek fyri 2022 vísur, at bruttovinningurin er øktur úr 15,8 mió.kr. í 2021 til 17,9 mió.kr. í 2022, sum er ein vøkstur á 14,8 prosent.

[object Object]

Úrslitið áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt ebitda, var 3,7 mió.kr. í 2022, sum eru 521.000 kr. meira enn í 2021.

Nomatek hevði í 2022 eitt ársúrslit eftir skatt á 2 mió.kr., sammett við 1,7 mió.kr. í 2021.  Tað hevur verið ein vøkstur í ársúrslitunum síðstu fýra árini.

Fíggjarjavnin
Fíggjarjavnin hjá Nomatek javnvigaði við árslok 2022 við 23,9 mió.kr.

Støðisognir hjá Nomatek vóru 3,1 mió.kr. í 2022 sum er sama støði sum í 2021.

Ogn í umferð var 20,8 mió.kr. í 2022 sammett við 20,3 mió.kr. í 2021.

[object Object]

Eginpeningurin hjá Nomatek er støðugt vaksin síðstu árini.  Í 2022 var eginpeningurin komin uppá 9,8 mió.kr. sammett við 7,8 mió.kr. í 2021. Trygdarevnið hjá felagnum var í 2022 roknað til 41 prosent sammett við 33 prosent í 2021.

Langfreistaða skuldin er minkað úr 2,3 mió.kr. í 2021 til 1,2 mió.kr. í 2022.

Stuttfreistaða skuldin minkaði úr 13,3 mió.kr. í 2021 til 12,8 mió.kr. í 2022.

Samanumtikið kann staðfestast at úrslitið hjá Nomatek hava verið rímuliga gott í 2022, samstundis sum felagið hevur minkað um sína skuld og økt um eginpeningin.

Stjóri í Nomatek P/F er Ragnar Magnussen. Nevndarformaður er Jákup Magnussen.

Eigari av Nomatek P/F er felagið RMM Sp/f.


---

[object Object]

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo

---

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder