
Best umtóktu nøvnini á gentum, sum vórðu føddar í 2024, vóru heili seks í tali Brim, Emma, Ida, Maria, Olivia og Teresa. Hvørt navnið var givið fýra gentum.
Hetta er fyrstu ferð, at nøvnini Brim, Teresa, Emma og Olivia eru tey best umtóktu á nýføddum gentum, skrivar Hagstovan.
Bæði Ida og Maria hava verið best umtóktu nøvn á nýføddum gentum áður — Ida eina ferð og Maria heili seks ferðir. Síðan 1985, sum er fyrsta uppgerðarár fyri navnahagtølini, hava knapt 200 gentur fingið navnið Maria. Maria er eisini tað navnið, sum flest kvinnur í Føroyum eita, og við ársenda í fjør búðu knapt 300 Mariur í Føroyum.
Síðan 1985 hava um 70 gentur fingið navnið Emma og umleið 60 navnið Olivia. Við ársenda í fjør búðu knapt 90 Emmur og gott 70 Oliviur í Føroyum.
Í hesum tíðarskeiðnum hava 40 gentur fingið navnið Ida, meðan 30 gentur hava fingið navnið Teresa. Við ársenda í fjør vóru gott 50 kvinnur í Føroyum nevndar Ida og knapt 30 nevndar Teresa.
Næstbest umtóktu nøvnini á gentum vóru Bára, Elina, Glæma, Lív og Nora. Hvørt av teimum var givið til tríggjar gentur. Tríggjar gentur, føddar í fjør, hava ikki fingið navn enn, skrivar Hagstovan.
Les eisini: Nóa best umtókta dreingjanavnið í 2024
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald