Beint fyri jól í 2022 vóru nógv smíl, blómur og fólk í føroyskum klæðum í Tinganesi. Eftir nakað av togtogan aftur og fram í smáar vikur var komið undir land hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn.
Eitt týðiligt tekin um, at tað ikki er lætt at samráðast, sást í talinum av landsstýrisfólki. Tað var hent fyrr, at eitt landsstýrið hevði níggju fólk - við løgmanni - men tað var sjálvdan, og her vóru nýggj ráð innímillum. Talan hevur møguliga verið um neyðsemjur í ymiskum førum, so at so nógv sum gjørligt fáa sítt.
Upprunaliga landsstýrið fyri valskeiðið:
Fyri Javnaðarflokkin:
Aksel V. Johannesen, Løgmaður
Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum *
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og undirvísingarmálum **
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvismálum
Fyri Tjóðveldi:
Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum *
Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum
Fyri Framsókn:
Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum
Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður við lógar- og innlendismálum **.
* Framvegis landsstýrisfólk men ikki júst sami leiklutur
** Landsstýrisfólk til endan av mánaðinum
Blekkið var tó nóg illa tornað tann 22. desember, áðrenn fyrsta spenta støðan kom. Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, segði alment, at arbeiðið við Suðuroyartunnlinum skuldi byrja í valskeiðnum - og so komu bakbrestirnir. Løgmaður tók hetta samferðslumáli frá Dennisi og Tjóðveldinum, og Aksel V. Johannesen hevur síðani verið nógv knýttur at Suðuroyartunnlinum.
Júst Dennis Holm og Ingilín Didriksen Strøm tóku seg aftur sum landsstýrisfólk í tingsetu nummar trý hjá samgonguni - Ingilín í sambandi við at misálit varð reist móti henni fyri at hava givið løgtinginum skeivar upplýsingar um Bústaðir. Man kann kalla orsøkirnar smálutir, men sum heild var tað eitt tekin um skinklandi samstarv og álit, umframt trýst útifrá.
Súsanna Bertholdsen kom inn í Heilsumálaráðið, meðan Margit Stóra, sum hevði havt sínar trupulleikar har, tók yvir í Umhvørvismálaráðnum. Javnaðarkvinnurnar halda fram eftir 1. desember, men tá fer Margit yvir aftur til heilsumál, sum nú eisini skulu umfata, almannamál. Og Súsanna: Ja, hon tekur við fyri Djóna Nolsøe Joensen, ið annars hevur koyrt nýggja Barna- og Útbúgvingarmálaráðið.
Fleiri flytingar
Tað er ikki løgið, um ein gerst hálvgum í ørviti. Tí mitt í øllum skifti Tjóðveldi tveir triðingar út og í landsstýrinum, og flutti Sirið Stenberg til Uttanríkis- og Vinnumál. Hetta komst av, at Høgni Hoydal var givin sum formaður nakað frammanundan.
Soleiðis fer Føroya Landsstýri at síggja út frá 1. desember:
Løgmaður: Aksel V. Johannesen
Uttanríkismál (við millum annað umhvørvismálum): Sirið Stenberg
Fíggjarmál: Ruth Vang
Vinnumál - herundir fiskivinnumál: Eirikur í Jákupsstovu
Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Súsanna Bertholdsen
Almanna- og heilsumál: Margit Stóra
Tað vil siga, at hetta er onnur rokadan hjá bæði Margit Stóra og Sirið Stenberg. Bert Aksel V. Johannesen og Ruth Vang hava somu leiklutir, sum tá alt byrjaði síðst í 2022
Man kann siga, at Framsókn er nógv mest støðufest her: Forkvinnan sigur enn við fíggjarmálunum og best umtókta landsstýirsfólki millum fólk, sambært feskari kanning, noyðist úr Tinganesi, tí Framsókn bara skal hava eitt landsstýrisfólk seinasta árið.
Nú er ein serlig orsøk til nógvar, og rímiliga kollveltandi broytingar, við nýskipanarbólkinum, men samanlagt hevur hetta valskeiðið verið nógvum broytingum í Tinganesi. Tær eru lutfalsliga títtar, og nú fer talið niður á seks landsstýrisfólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald