Mentan

Bergithe Johannessen – ein gloymdur slóðbrótari

100 ár eru liðin, síðan ein ung føroysk kvinna sum fyrsti føroyingur nakrantíð slapp inn á Kunstakademiets malerskole í Keypmannahavn

2025-11-11 12:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

100 ár eru liðin, síðan ein ung føroysk kvinna sum fyrsti føroyingur nakrantíð slapp inn á Kunstakademiets malerskole í Keypmannahavn. Nú verður sagt frá hennara søgu í nýggjari bók, ið verður løgd fram á Bókadøgum 15. novembur kl. 12 í Norðurlandahúsinum.

Eitt lív millum Føroyar, London og Keypmannahavn

Í 1923 ferðaðist Bergithe Johannesen úr Havn til London fyri at fylgja dreyminum um at gerast listafólk. Tvey ár seinni slapp hon inn á Kunstakademiið – áðrenn Sámal Joensen-Mikines – og byrjaði eina merkisverda ferð sum málari og slóðbrótari.

Anya Mathilde Poulsen  og Gunvør Bjerre hava skrivað nýggju bókina um Bergithe Johannessen, sum sigur frá higartil ósøgdu søguni um eina kvinnu, ið gekk fremst bæði sum listafólk og menniskja. Útgávan er vakurt myndprýdd við akvarellum, og nógvar av teimum hava ongantíð verið alment at sæð áður.

[object Object]

Samrøða um list og kvinnuligar slóðbrótarar

Á Bókadøgum fara høvundarnir at siga frá um lívið hjá Bergithe Johannessen og listarligu ætlanum hennara, umframt at tosa um tað rásarúm, ið listakvinnur fáa í søguni. Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri á Listasavni Føroya, innleiðir tiltakið.

Tiltakið er ókeypis, og Sprotin skipar fyri.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder