2025-11-07 07:58
Ein persónur í Syria hevur í nátt gist á politistøðini í Havn. Hann kom við flogfarinum úr Danmark í gjár fyri at søkja friðskjól – asyl – í Føroyum.
Men tað ber ikki til, fekk viðkomandi at vita. Tað kann bert gerast í Danmark. Tí verður maðurin sendur til Danmarkar við flogfari í morgun.
Syrialendingurin hevur annars friðskjól í øðrum ES-landi frammanundan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald