Benjamin Hav & Familien verða at hoyra á Tórsfest 2026, boða fyriskiparar frá í dag.
Benjamin Hav er 40 ára gamal rappari og tónleikari. Í 2020 byrjaði hann at útgeva tónleik, og síðani hava pílarnir peikað beint í loft. Hann hevur vunnið virðislønir fyri Ársins hip hop útgávu, eins og hann hevur fingið virðisløn fyri at vera Ársins live bólkur. Í dag framførir hann saman við bólkinum Familien, og saman eitur bólkurin Benjamin Hav & Familien.
Benjamin Hav er eisini kendur frá donskum sjónvarpi. Í ár gjørdist hann dómari í navnframu sjónvarpsrøðini X-Factor, sum mangur føroyingur hevur tokka til.
Hann hevur samstarvða við fleiri av teimum størstu í Danmark – millum annað Nik & Jay – og á nýggjastu útgávuni framførir hann eisini saman við Lukas Graham á lagnum “Jeg vil bare være et godt menneske, men det er ikke let.”
– Benjamin Hav hevur staðfest seg sum eitt av sterkastu listafólkunum í Danmark, og tí kunnu vit rokna við einari risa veitslu, tá Benjamin Hav & Familien trína á pallin á Tórsfest 2026, skriva fyriskiparar.
Forsølan til Tórsfest byrjar týsdagin 2. desember klokkan 12.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald