Innanlands

Ben Arabo skrivar stuttsøgusavn

Hetta er hansara fyrsta roynd sum rithøvundi

Ben Arabo við síni fyrstu bók,

Ben Arabo við síni fyrstu bók, "Tíðarhylkið", sum Sprotin gevur út í dag. Mynd Jan Müller

2023-04-20 15:31 Author image
Jan Müller
placeholder

Í bókini, sum ber heitið “Tíðarhylkið”, eru 11 stuttsøgur. Hetta er fyrsta royndin hjá Ben Arabo sum rithøvundi og kemur bókin út í dag. Í kvøld verður bókmentaløta í Reinsaríinum, har Ben fer at greiða frá stuttsøgusavninum og svara spurningum. 

[object Object]

Tað er Sprotin, sum gevur út bókina, ið er 121 síður. Um savnið verður skrivað: “Ben hevur gløggan og lættan penn. Evnini fevna millum annað um tað innantóma lívið, mærglætistilveru, grammleika og materialismu, øvundsjúku, snobbarí og sjálvgóðsk. Samfelagið verður lýst sum kalt og kyniskt og hevur eittans fyri eyga: at misnýta øll og alt. Søgurnar eru óhatíðarligar, skrivaðar á løttum talumáli, og tær eru fjøtrandi.”

Ben Arabo er føddur í 1973 og er uppvaksin og búsitandi á Oyrareingjum. Hann tók útbúgving í Danmark sum búskaparfrøðingur og hevur búð í Bretlandi og Indonesia, har hann starvaðist í oljuvnnuni.  


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder