Í gjár varð tað, sum nógv hava gitt i eina tíð, almannakunngjørt: Ben Arabo stillar upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingavalið 26. mars.
Hann hevur seinastu mánaðirnar virkað sum formaður í nýskipanarnevdini, sum er sett í verðina fyri at geva landsstýrinum tilmæli um ymiskar bygnaðarbroytingar.
Ben Arabo og toymi fingu fyri jól igjøgnum, at landsstýrið skal minka: Úr níggju fólki niður í seks. Skjótt kann Arabo standa sum landsstýrismaður sjávur, men hann heldur ikki sjálvur, at tað skalar trúvirði hjá nevndini, at hann nú er valevni.
Tað sigur Ben Arabo við Kringvarpið i kvøld, har nógv umrøddi maðurin eisini váttar, at hann hevur tikið seg aftur sum formann í nýskipanaenevndini.
- Tað sær ikki út sum, at fólk halda tað vera ein trupulleika, at eg nú stilli upp - tí fleiri hava heitt á meg - men haldi tað kortini ikki vera rætt, at eg eri bæði. Tí havi eg trekt meg.
Hoyr útvarpstíðindini klokkan 18 her - har var ein samrøða á fimm minuttir við stóra nýggja navnið hjá Javnaðarflokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald