Uttanlands

Belgia: Flóttafólk flyta inn í bygningar hjá kongshúsinum

Tríggjar ukrainskar familjur skulu flyta inn í tveir bygningar hjá belgiska kongshúsinum

Mathilde drotning og Philippe kongur hátíðarhalda her belgiska tjóðardagin 21. juli í 2021 (Mynd: EPA)

Mathilde drotning og Philippe kongur hátíðarhalda her belgiska tjóðardagin 21. juli í 2021 (Mynd: EPA)

2022-03-18 20:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Belgisku kongshjúnini, Philippe kongur og Mathilde drotning hava latið tveir bygningar hjá belgiska kongshúsinum upp fyri ukrainskum flóttum.

Talan er um ein bústað í Brússel og ein í Wallonie, sum er í sunnara parti av landinum. Tað er belgiski kongaligi grunnurin, sum umsitur yvir 70 borgir og aðrar bygningar ymsastaðni í landinum.

Sambært Ritzau verður ikki upplýst, júst hvørjir bústaðir talan er um her, men tað verða tríggjar ukrainskar familjur, sum skulu flyta inn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder