Mentan

Beinir á nýggjari útgávu hjá danskari songkvinnu

Á útgávuni hjá Dopha er lagið "I'm Not Crying, You Are", sum hon hevur skrivað saman við føroyska Beinir, sum eisini syngir lagið saman við henni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-01-22 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

2020 var eitt hendingarríkt ár hjá Dopha. Unga danska songkvinnan og sangskrivarin gav fleiri stakløg út, sum vóru nógv spæld á donskum útvarpsrásum. Lagið ”Happy For Me” náddi eitt 2. pláss á danska Airplay-listanum og lá í topp-10 í tíggju vikur á rað. Eisini hevur lagið verið væl umtókt í Týsklandi.

Dopha fekk góð skoðsmál fyri konsertirnar og luttók eisini í sjónvarpssendingini hjá danska Krúnprinsaparinum.

Dopha, sum í veruleikanum eitur Sofie Daugaard Andersen, verður mett at vera tann næsta danska heimsstjørnan, og á fyrstu fløgu hennara, sum kallast ”The Game”, er eisini eitt føroyskt ískoyti.

Lagið ”I’m Not Crying, You Are” skrivaði Dopha nevniliga saman við Beinir, sum eisini syngir lagið saman við henni. Lagið kann hoyrast við at trýsta á pílin omanfyri.

Samstarvið teirra millum kom í lag gjøgnum donsk tónlistafólk, sum tey bæði hvør í sínum lagi hava arbeitt saman við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder