Mentan

Beinir - Einsamallur á palli

Hevur konsert í Finsen fríggjakvøldið 14. november

2025-10-21 11:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinastu árini hevur ungi sangarin og sangskrivarin, Beinir, sett síni spor á føroyska og danska tónleikapallin. Nú kann hann upplivast í Auluni í Finsen í Havn í reinasta formi – einsamallan á pallinum.

Heildarútgávan “Greener” fekk sera góða móttøku. Heitislagið "Greener" og "Call Me a Dreamer" vóru á Top-10-listanum í donskum radio, og fyrr í ár vann Beinir tvær FMA virðislønir – ársins lag fyri "Romeo" og áhoyraravirðislønina.

Eisini hevur hann framført í donskum sjónvarpi; millum annað í Vild Med Dans og á DR’s Store Juleshow.

Vit kunnu leggja afturat, at Beinir er ein av limunum í nýggju folk/pop-trio’ini Tøgn, sum kom við teirra fyrsta staklagi "Kamarið" í mai.

Fyri Beinir hevur tað altíð verið nakað serligt at framføra sangirnar í reinasta formi – við gittara og sangi einsamallur á pallinum. Og hetta er júst tað, áhoyrararnir kunnu gleða seg til.

Konsertin verður fríggjakvøldið 14. november kl. 21. Atgongumerki fáast her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder