 
                
            Andrew, elsti beiggi bretska Charles kong hevur mist síni kongaligu heiti og heiðrar, boðaði bretska kongshúsið frá í gjár.
Hetta merkir, at fyrrverandi Andrew prinsur framyvir verður nevndur við borgarliga navninum Andrew Mountbatten Windsor - eftirnøvnini hjá ávikavist pápa hansara, Philip prinsi og mammu hansara, Elizabeth II drotning.
Umframt at hann missir øll heiti, verður leigumál hansara á Royal lodge eisini uppsagt, og skal hann sostatt flyta í nýggjan, privatan bústað á Sandringham-økinum umleið 180 kilometrar norðanfyri London. Á økinum eru, umframt høvuðsborgin, Sandringham House eisini fleiri smærri bústaðir. Tað er ógreitt, hvar fyrrverandi bretski prinsurin skal búgva, men bústaður hansara verður fíggjað av Charles kongi, skrivar DR.
Fyrr í hesum mánaðinum segði Andrew Mountbatten Windsor sjálvur heitið sum hertogi av York frá sær, men fram til í gjár varðveitti hann tó heitið sum prinsur.
Andrew Mountbatten Windsor er næstelsti sonur Elizabeth II. Hann hevur í nógv ár verið settur í samband við deyða ríkmannin og kynsbrotsmanin Jeffrey Epstein, og hevur hann sjálvur verið lagdur undir at hava framt kynslig brotsverk. Fyrrverandi prinsurin noktar seg tó sekan.
Andrew Mountbatten Windsor er framvegis nummar átta í bretsku arvarøðini, hóast hann hevur mist øll síni heiti.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald