
"Madleen", ein neyðhjálpsbátur hjá felagsskapinum Freedom Flotilla Coalition hevur seinastu vikuna siglt móti Gaza við neyðhjálp.
Umborð eru 12 aktivistar úr ymiskum londum, m.a. svenski umhvørvisaktivisturin Greta Thunberg.
Endamálið við ferðini er at varpa ljós á kreppuna í Gaza. Báturin fór úr Sisilia 1. juni, og eftir ætlan skuldi báturin komið fram í dag.
Ísraelski herurin hevur tó fingið boð frá ísraelska verjumálaráðharranum um at steðga bátinum. Tað boðar hann sjálvur frá.
– Eg havi heitt á ísraelska herin um at syrgja fyri, at "Madleen" ikki kemur fram til Gaza. Til antisemitisku Gretu og vinfólk hennara sigi eg greitt: Tit skulu venda við, tí tit koma ikki fram til Gaza, sigur hann sambært Ritzau.
Sambært ísraelska herinum er ætlanin at leggja hald á skipið og handtaka øll umborð. Umframt Greta Thunberg eru eisini m.a. Rima Hassan, franskur limur í ES-tinginum umborð á "Madleen".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald