2026-08-23 09:29
Seinnapartin í gjár - stutt fyri klokkan 15 - fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein lítil bátur hevði tikið sjógv inn út fyri Slættanes.
Tveir mans vóru umborð á bátinum.
Tíbetur var ein annar bátur nær við, sum fekk hjálpt monnunum til lands í øllum góðum, áðrenn bátur teirra sak løtu seinni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald