Innanlands

Bátahavnin í Álakeri tikin í nýtslu í dag

Hátíðarhald var í Álakeri seinnapartin. Tey fyrstu 215 á bíðilistanum fáa nú bátapláss í boðið

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-10-21 18:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag varð nýggja bátahavnin í Álakeri tikin í nýtslu. Fitt av fólki var komin saman at síggja nýggju umstøðurnar og at hoyra um liðugtgerðina av frítíðarøkinum í Álakeri. 

Í hesum umfarinum fáa tey fyrstu 215 á bíðilistanum boðið bátapláss. Øll hava ikki fingið boðið pláss enn, men tað arbeiðið er í gongd beint nú. Miðvísa arbeiðið at útvega fleiri bátapláss førir sostatt til, at vit nú kanska fara at hava eini 170 eftir á bíðilista.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði í vælkomurøðuni, at tað at  gera bátahavnir í dag ikki bara ein spurningur um at nøkta eftirspurningin eftir atløguplássi.

- Og tað fara vit sanniliga at síggja her í Álakeri, tí liðugtgjørd fer havnin í Álakeri at seta sín serliga dám á býarmyndina. Onkur segði einaferð, at hetta sum fráleið fór at gerast eitt nýtt Vágsbotn úti í Álakeri, segði Heðin Mortnesen í røðuni.

Leigusáttmálar eru gjørdir við Havnar Róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørr, um grundøki til nýggj róðrarneyst við nýggju bátahavnina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder