Innanlands

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin fær nýggjan leiðara

Ingrid Jensen, verandi leiðari, fer í annað starv, og tí tekur Jenny Petersen við sum leiðari 1. mai

Frá vinstru: Jenny Petersen og Ingrid Jensen (Mynd: Runavíkar kommuna)

Frá vinstru: Jenny Petersen og Ingrid Jensen (Mynd: Runavíkar kommuna)

2021-04-18 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ingrid Jensen, verandi leiðari í Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin, fer í annað starv, og tí er Jenny Petersen sett sum nýggjur leiðari.

Nýggi leiðarin tekur við starvinum 1. mai.

Virksemið er skipað í kommunalum samstarvi millum kommunurnar kring Skálafjørðin, og tí vóru borgarstjórarnir úr Nes-, Sjóvar og Runavíkar kommunum við í setanarnevndini, sum einmælt innstillaði Jenny Petersen til starvið, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuna.

Jenny Petersen er 46 ár, útbúgvin sosialráðgevi og hevur seinastu 15 árini arbeitt í Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin. Hon hevur verið á fleiri fakligum skeiðum og tikið lut á viðkomandi ráðstevnum. Fyrstu árini eftir lokna útbúgving starvaðist hon sum sosialráðgevi í Danmark og á Almannastovuni í Føroyum. Fjølbroyttu royndir hennara og skipaða netverkið við stovnar og starvsfólk er sera týðandi fyri starvið.

– Vegna samstarvið um barnaverndarøkið takkar Runavíkar kommuna Ingrid fyri trygga leiðslu og gott samstarv og ynskir samstundis Jenny blíðan byr í nýggja starvinum, skrivar Runavíkar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder