Innanlands

Barnaskúliin í Fuglafirði verður eftir ætlan avhendaður 2. november

Skúlabyggingin á Trøðni í Fuglafirði gongur eftir ætlan, og alt verður klárt til innflyting í komandi ári. Síðani verður farið í holt við at høvuðsumvæla bygningin, har framhaldsdeildin heldur til

Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna hava skúlasamstarvið Framvit, og kommunurnar standa á odda fyri verkætlanini viðvíkjandi 2. byggistigi, ið fer í gongd í 2021 (Mynd: fuglafjordur.fo)

Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna hava skúlasamstarvið Framvit, og kommunurnar standa á odda fyri verkætlanini viðvíkjandi 2. byggistigi, ið fer í gongd í 2021 (Mynd: fuglafjordur.fo)

2020-10-14 18:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er nógv virksemi á Trøðni í Fuglafirði í løtuni, har tað gongur væl við skúlabyggingini. Fuglafjarðar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at barnaskúliin eftir ætlan verður avhendaður 2. november í ár, og harvið heldur upprunaliga tíðarætlani. Tá hetta er gjørt, byrja arbeiðstakarar at seta upp útgerð og innbúgv so alt er klárt til innflyting í komandi ári. Høvi verður hjá almenninginum at vitja nýggja barnaskúlan síðstu viku áðrenn jólafrítíðina, skrivar fuglafjordur.fo.

Avtalað er eisini gjørd við arbeiðstakarnar, sum eru MT Højgaard, Victor á Lakjuni og Elcon, at felagshøllin verður avhendað 17. desember og at ítróttarhøllin og tannlæknastovan verða avhandað 18. januar 2021. Spæliplássið, sum er á tekjuni á ítróttarhøllini, verður klárt 31. mai 2021.

Tá barnaskúlin er liðugur, verður farið í holt við at høvuðsumvæla bygningin, ið framhaldsdeildin heldur til. Hesin verður eisini kallaður "nýggi skúli" millum fuglfirðingar. Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna hava skúlasamstarvið Framvit, og kommunurnar standa á odda fyri verkætlanini - ein ætlan fyriliggur hvussu 2. byggstig verður gjørt. 

Tað var í 2016, at Fuglafjarðar kommuna samtykti at byggja nýggja skúlan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder