Eysturoyar Sjálvstýrisfelag helt fyri stuttum aðalfund, har nýggj nevnd bleiv vald. Nevndin skipaði seg eftir fundin við Bárði Kass Nielsen sum nýggjum formanni.
 
 Nýggja nevndin er hendan:
 Bárður Kass Nielsen, formaður
 Mannbjørn í Grund, næstformaður
 Lasse Klein, nevndarlimur og kassameistari
 Pól Jákup Poulsen, nevndarlimur og umboð í Landsnevnd
 Andrias Jacobsen, nevndarlimur og varamaður í Landsnevndini
 Tróndur Ellingsgaard, nevndarlimur
 
 - Vit í nýggju nevndini gleða okkum til at fara til verka. Nógv er á skránni, tvey val standa fyri durum, og verður tískil fari í holt við beinanvegin at fara undir fyrireikingar til hesi valini, sigur Bárður Kass Nielsen, sigur nýggi formaðurin um uppgávuna.
Bárður Kass Nielsen er triði maðurin á listanum hjá Sjálvstýri í løgtinginum og er javnan varamaður.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald