
Broytingarvindar blása í politisku skipanini í løtuni.
Í síðstu viku setti Løgmaður eina nýskipanarnevnd, sum skal mæla politisku skipanini til nýskipanir í almenna geiranum og styrkja um langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum.
Okkurt bendir á, at nevndin, við Ben Arabo á odda, millum annað fer at heita á løgmann um at skerja talið av aðalráðum og landsstýrisfólkum.
Hetta er eisini nakað, sum royndu politikkarnir í sendingini "Stjórnini - politikkur á skák" hava víst á, at man burdi gjørt
Sí eisini: Eiga at niðurleggja aðalráð
Hækkað upp í nýggju - verður tað lækkað beinanvegin?
Andstøðan hevur í hesum valskeiðnum víst á, at níggju aðalráð er "alt ov nógv", og at tað í stóran mun varð gjørt fyri at fáa eina politiska kabal at ganga upp.
Bárður á Steig Nielsen hevur verið inn á hesum, og nú hevur formaður Sambandsfloksins sett Akseli V. Johanensen hesar báðar almennu § 52 fyrispurningarnar:
- Ætlar løgmaður at skerja talið av aðalráðum og landsstýrisfólkum beinanvegin, um
nýskipanarnevndin kemur við tilmæli um hetta?
- Um so verður, hvørji aðalráð væntar løgmaður kunnu niðurleggjast?
Fyrrverandi løgmaðurin vísir á, at hetta er annað valskeiðið á rað, har Javnaðarflokkurin, Framsókn og Tjóðveldi eru í samgongu, at talið av aðalráðum er hækkað úr tí, sum tað var frammanundan.
Í hesum valskeiðnum er talið heili níggju, sum tað ikki hevur verið áður:
- Fyrsti boðskapurin frá formanninum í nýskipanarnevndini í nevndini er, at byrjast skal á ovastu løgunum. Tá miðlar síðani hava spurt nærri, er komið fram, at talið av aðalráðum og landsstýrisfólkum í mun til okkara lítla samfelag er ov høgt, skrivar Bárður á Steig Nielsen millum annað.
Aksel V. Johannesen skal svara fyrispurninginum innan stutta tíð: Hetta er ein av mongu spurningunum, sum landsstýrisfólk og løgmaður skulu svara uppá á tingfundinum í dag.
Dagført: 09.55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald