Mentan

Bárður á Lakjuni á mini konsertferð

Hevur konsert í Sørvági og á Toftum næsta vikuskiftið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-20 08:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Við væl mannaðum tónleikabólki og kórsangarum fer Bárður á Lakjuni á pall 29. og 30. oktober.

Leygarkvøldið 29. oktober kl 20 verður konsert í Gamla Skúla í Sørvági, og sunnukvøldið 30. oktober kl 19:30 fer Bárður á Lakjuni á pall í Nebo á Toftum. Hervør á Torkilsheyggi, sum seinastu árini hevur givið fleiri stakløg út, fer at byrja konsertina í Nebo við nøkrum av sínum sangum.

Í februar 2020 gav Bárður fyrstu – og higartil einastu – solo-útgávu sína út undir heitinum “Lívsins dansur”. Fleiri av sangunum á útgávuni hava verið nógv at hoyrt, og á konsertini fer Bárður sjálvsagt eisini at framføra m.a. ”Eg uttan teg”, ”Lívsins dansur” og ”Fóður hevur fylgjur”.

Nýtt tilfar verður eisini at hoyra, og haraftrat fer Bárður at framføra einstakar sangir hjá Lenoard Cohen við týðingum eftir Niels Midjord, sála.

Nærri kunning er á atgongumerki.fo og á gjamma.com

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder