Uttanlands

Barcelona biður borgararnar vera heima eftir at smittan er vaksandi aftur

Koronavirussið er kykna upp aftur í Barcelona. Tí vera fýra milliónir fólk nú biðin um at vera heima

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-17 15:50 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Mælt verður til at borgararnir í Barcelona skulu vera heima, eftir eina uppafturkyknan av koronovirussinum. Tað boðar katalanska stjórnin frá fríggjadagin, sambært AFP tíðindastovuni.

Landsparta stjórnin hevur harafturat givið boð um, at biografar, sjónleikarhús, og náttklubbar lata aftur, meðan matstovur vera avmarkaðar til at koyra við hálvum kapasiteti. Eisini er banna at savnast meira enn tíggju fólk saman.  

Nærum fýra milliónir borgarar ávirkast av strongu tiltøkunum. Íbúgvararnir í býnum vera bidnir um, ikki at fara úr býnum í umleið tvær vikur.

-Vit eru noydd til, at taka eitt fet aftur fyri at sleppa undan, at lata býin fullkomiliga aftur komandi vikurnar sigur Mertixell Budo talskvinna fyri katalansku stjórnina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder