
Ert tú í Barcelona og hevur hug til at sløkkja tostan á einari barr fyri síðani at fara víðari til eina aðra barr og endurtaka hetta - sonevnt pub-crawl - so verður hetta ikki loyvt skipað ella sum goldið tiltak.
Tað skrivar miðilin La Vanguardia, sambært Dr.dk.
Býðráðið í katalanska høvuðsstaðnum hevur nevniliga samtykt bannað at sonevndum pub-crawls - barrgrulving.
Nýggja samtyktin forbjóðar, at slíkir túrar verða skipaðir og seldir í býnum.
Hetta kemur fyri eitt forboð sum var fyri ein part av árinum og bara var galdandi í náttartímunum og í økjunum Ciutat Vella og Eixample. Nýggja forboðið er galdandi alt samdøgrið, alt árið og í øllum býnum.
Forbiðið er ein liður í at minka um árinini av stóru ferðavinnuni í býnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald