Innanlands

Banki á Tvøroyri í hundrað ár

Deildin hjá Føroya Banka á Tvøroyri var fyrsta bankadeild uttan fyri høvuðsstaðin

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2022-10-18 07:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag eru hundrað ár liðin síðan bankadeild varð sett á stovn á Tvøroyri. Tað var Føroya Banki, ein partur av danska Landbandsbanken, sum byrjaði deildina á Tvøroyri, sum sostatt var fyrsta bankadeild uttan fyri høvuðsstaðin. Føroya Banki varð annars settur á stovn í 1906.

Í hesum sambandi verður móttøka á deildini hjá BankNordik á Tvøroyri í dag. Almenna móttøkan byrjar klokkan 13, og tá fara Lív og Tróndur at undirhalda. Klokkan 16 verður barnatiltak við Bubu og Vitusi. Eisini fara Ingi og Danny at framføra.

Nógv hendi á Tvøroyri fyri hundrað árum síðani. Fleiri vilja vera við, at Tvøroyri var meira framkomið og virkið enn høvuðsstaðurin, og tí var tað ikki av tilvild, at fyrsta bankadeildin varð sett á stovn har.

Bankin hevur gjørt ein poddvarp, har søgufrøðingurin, Jens Arni Leo Hammerfoss, greiðir frá tíðini, tá bankadeildin varð sett á stovn og lýsir hvussu bankin er broyttur hesi seinastu hundrað árini.

Poddvarpið kann hoyrast her  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder