Uttanlands

Bangladesj: Fyrrverandi forsætisráðharri fær deyðarevsing

Sheikh Hasina er dømd fyri fyri brotisverk móti mannaættini

Sheikh Hasina, fyrrverandi forsætisráðharri í Bangladesj (Mynd: EPA)

Sheikh Hasina, fyrrverandi forsætisráðharri í Bangladesj (Mynd: EPA)

2025-11-17 12:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sheikh Hasina, fyrrverandi forsætisráðharri í Bangadesj fær deyðarevsing fyri brotisverk móti mannaættini.

Tað avgjørdi ein dómstólur í Bangladesj í dag sambært Ritzau.

Rættarmálið kemur í kjalarvørrinum á mótmælunum í august í fjør, sum høvdu við sær, at Hasina varð koyrd frá.

Myndugleikarnir slógu hart niður á mótmælini, og sambært ST vórðu upp móti 1.400 fólk dripin.

Hasina var tó ikki sjálv til staðar í rættarsalinum, hon er nevniliga stødd í India. Bangladesj hevur tó biðið India um at fáa hana útflýggjaða.

Hasina hevur víst aftur, at hon gav boð um at drepa mótmælisfólk.

– Eg vísi ikki aftur, at vit mistu tamarhald á støðuni, ella at nóg lótu lív uttan orsøk. Men eg gav ongantíð nøkur boð um at skjóta óvápnað sivilfólk, skrivaði hon í teldupost til bretska kringvarpið BBC herfyri.

Hasina var forsætisráðharri í árunum 1996 til 2001 og aftur frá 2009 til 2024. Síðan hon varð koyrd frá í fjær hevur Bangladesj verið merkt av politiskum ófriði. Flokkur hennara, Awami League er bannaður undan komandi valinum, sum væntandi verður í februar, meðan Nobel-vinnarin Mohammed Yunus stendur á odda fyri einari skiftisstjórn.

Dómurin í dag kann kærast til hægstarættin, men sonur Hasina, politikarin Sajeeb Wazed hevur sagt, at Hasina ikki fer at kæra dómin uttan so, at flokkur hennara verður partur av einari demokratiskt valdari stjórn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder