Uttanlands

Bandidos verður upployst

Rætturin í Helsingør hevur nú avgjørt, at MC og rockara-bandin Bandidos, nú verður forboðin og gjørdur ólógligur

Peter Hummelgaard, danski løgmálaráðharrin, her á tíðindafundi, tá forboðsmálið móti Bandidos av fyrstantíð varð viðgjørt. (Mynd: EPA)

Peter Hummelgaard, danski løgmálaráðharrin, her á tíðindafundi, tá forboðsmálið móti Bandidos av fyrstantíð varð viðgjørt. (Mynd: EPA)

2025-10-29 16:20 Author image
Áron Vest
placeholder

Sum vit skrivaðu í morgun, so var rættarfundur í rættinum í Helsingør í dag, har dómurin móti Bandidos skuldi falla.

Í einum stúgvandi fullum rættarsali er dómurin nú fallin og útfallið gjørdist, sum flestøll væntaðu: Bandidos verður sum felagsskapur gjørdur ólógligur og forboðin. 

Rættarmálið móti Bandidos byrjaði í januar í ár, og hevur tað verið eitt drúgt rættarmál fyri viðkomandi partar. 

Sambært donskum miðlum, so var tað einmælt samtykt og staðfest millum dómsmenninar, at Bandidos er ein felagsskapur við ólógligum endamálið. Hesum var verjin, Michael Juul Eriksen, als ikki samdur í. Hann sigur við danskar miðlar, at dómurin verður kærdur til Eystara Landsrætt. 

Vit fylgja málinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder