placeholder
Innanlands

Bakkafrost byggir smoltstøð í Lopra

Nýggja smoltstøðin skal framleiða 2,5 milliónir smolt um árið

Skíggjamynd av KVF

Skíggjamynd av KVF

2019-01-15 06:56 Author image
Ari av Rana
placeholder

Bakkafrost er nú farið í gongd við virksemi í kryvjivirkinum í Vági, og fara nú eisini undir at byggja smoltstøð í Ónavík í Lopra.

40 fólk eru farin til arbeiðis í kryvjivirkinum í Vági, og nýggja smoltstøðin í Lopra, sum verður 12.000 rúmmetrar, skal framleiða 2,5 milliónir smolt um árið.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, sigur, at smoltstøðin stendur klár um trý ár og fer at kosta um 250 milliónir krónur.

Kryvjivirkið í Vági fer at fer eftir ætlan at koyra 15.000 tons av laksi ígjøgnum virkið um árið. Meginparturin veðrur útfluttur til USA.

Hoyr samrøðu, sum KVF hevði við Regin Jacobsen, stjóra í Bakkafrosti her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder