Hesa vikuna var tað barnadeildin á Landssjúkrahúsinum, sum flutti inn í nýggja H-bygningin.
Í komandi viku verða tað medisinsku seingjardeildirnar B7 og B8, sum flyta, boðar landssjúkrahúsið frá. Flytingin fer fram týsdagin 8. september.
Sjúklingar, ið áður hava verið innlagdir á B7 og B8, verða nú framyvir innlagdir á H1 eystaru megin. Tað eru serliga sjúklingar við apopleksi og neurologiskum sjúkum – eins og sjúklingar við hjarta- og lungnasjúkum, ið koma at vera innlagdir á eystursíðuni.
Á H1 seingjadeildini eru einastovur, ið er eitt frambrot fyri bæði sjúklingar og teirra avvarðandi. Tey, ið framyvir verða innløgd á medisinsku seingjadeildina, fara at hava betri umstøður at vera saman við sínum nærmastu.
Eisini verða nýggjar isolatiónsstovur tiknar í brúk, ið er eitt týdningarmikið ískoyti at brynja sjúkrahúsverkið til framtíðina, skrivar Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald