Innanlands

Avtalan um innkomuvegin samtykt í býráðnum

Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið avtaluna millum Fíggjarmálaráðið og Tórshavnar kommunu um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg

2021-06-24 09:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við innkomuvegin frá Eysturoyartunlinum hevur Tórshavnar býráð samtykt avtaluna millum Fíggjarmálaráðið og Tórshavnar kommunu um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg.

Haraftrat er samtykt, at umsitingin fær heimild til at gera byggiskrá fyri heildararbeiðstøku, og at umsitingin fær heimild til at bjóða arbeiðið út í heildararbeiðstøku fyri alla verkætlanina samlað, ella fyri vegir og tunnil hvør sær. Partar av vegnum/tunlinum kunnu bjóðast út í innbodnari lisitatión.

Býráðið hevur játtað, at umsitingin fær ein fíggjarkarm uppá eina miljón til at heinta inn uttanhýsis ráðgeving í sambandi við fyrireikingarnar.

Málið er sostatt endaliga samtykt í býráðnum og kemur fyri løgtingið í ólavsøkutingsetuni.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder