2025-10-31 17:41
Uppskotið til avtalu var fyri á býráðsfundi mánadagin 27. oktober og varð einmælt samtykt. Avtalan inniber millum annað ætlaðan stuðul, ognarviðurskiftir og annað.
Arbeiðið hjá róðrarfelagnum at fáa fígging til vega gongur væl, og Sunda kommuna fegnast um ætlanina hjá Hósvíkar Róðrarfelag at byggja nýtt kappróðrarneyst.
Kommunan sær fram til at verða ein viðspælari hjá Hósvíkar Róðrarfelag at gera verkætlanina til veruleika.
Sunda kommuna
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald