Uttanlands

Avtala um at gera Nýkaledónia til stat

Talan er um eina søguliga avtalu millum Frakland og franska oyggjalandið Nýkaledónia, sum tó framvegis skal góðkennast

Franski forsetin, Emmanuel Macron á fundi við fólkavaldum umboðum úr Nýkaledónia í París leygardagin (Mynd: EPA)

Franski forsetin, Emmanuel Macron á fundi við fólkavaldum umboðum úr Nýkaledónia í París leygardagin (Mynd: EPA)

2025-07-13 15:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frakland og franska oyggjalandið Nýkaledónia hava gjørt eina søguliga avtalu, sum inniber, at Nýkalidónia nú verður ein statur, samstundis sum økið verður verandi partur av franska ríkinum.

Nýkaledónia er eitt oyggjaland í Kyrrahavinum, sum liggur umleið 16.000 kilometrar frá franska meginlandinum.

Seinasta árið hevur ófriður verið í Nýkaledónia, har loysingarspurningurin hevur fylt nógv.

Sambært avtaluni skal staturin Nýkaledónia skal skrivast inn í fronsku grundlógina, og onnur lond skulu viðurkenna oyggjalandið sum ein stat, skrivar Ritzau.

Eisini framgongur í avtaluni, at ein nýggjur nýkeldoniskur ríkisborgaraskapur skal setast á stovn, og tað skal vera møguligt hjá borgarum í Nýkaledónia at hava hendan nýggja ríkisborgaraskapin umframt tann franska.

Avtalan skal samtykkjast av franska tjóðartinginum og til fólkaatvkøðu í Nýkaledonia.

Frakland varðveitir fýra málsøki - verja, gjaldoyra, trygd, og rættur. Tó kann Kongressin í Nýkaledónia kann tó avgera at yvirtaka eitt málsøki, um hetta verður samtykt av trimum fimtingum av Kongressini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder