Mentan

Avstralskar stjørnur vildu sleppa á G!

Tvær milliónir lurta hvønn mánað eftir bólkinum á Spotify, og fjepparaskarðin veksur alsamt um allan heimin

2023-05-10 17:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sons of the East er kanska besti bólkur, ið tú ongantíð hevur hoyrt um, tí tað hava tey fægstu í Føroyum. 

Ikki tí teir eru ókendir, við yvr 300 milliónum stroymingum, 50 milliónum spælingum á Youtube og útseldum konsertum í London, New York, Barcelona, Chicago, Washington D.C, Denver, Boston, L.A og luttøku á nøkrum av størstu festivalunum í Evropa, so eru vit á G! errin av, at avstralski superbólkurin vildi sleppa at spæla á G!

Tvær milliónir lurta hvønn mánað eftir bólkinum á Spotify, og fjepparaskarðin veksur alsamt um allan heimin. 

Fyrsta útgávan, “Palomar Parade”, er longu tráspæld á stroymingtænastunum. Bólkurin brúkar 2023 til eina heimsumfevnandi konsertferð, og tað var í hesum sambandi, at teir settu seg í samband við okkum, fyri at sleppa á pall á G!. 

Alphaville sungu á sinni, um at vera "Big in Japan". Sons of the East eru bæði stórir í Avstralia, Onglandi og USA. Vit á G! eru nú klár til at gera teir stórar í Føroyum. 

Hetta er enn eitt stórt útlendskt navn, ið kemur á G! Frammanundan er greitt, at donsku Jada, When Saints Go Machine, Lucky Lo og Brimheim, algirski Soolking, norsku Beharie, Honningbarna og Sturle Dagsland, íslendsku Bríet, Axel Flóvent og Árstíðir, finsku Annti Paalanen og Irene spæla á ársins festivali. Eisini eru hópin føroysk nøvn kunngjørdur, Eivør, Marius Ziska, Byrta, 200, Annika Hoydal, RSP, Høgni, Jazzygold, Marius DC og Benjamin Rajani. 

Tíðindaskriv frá G! festivalinum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder