Ein maður megnaði í gjár at taka tann eina álopsmannin av fótum undir skotálopinum á Bondi-strondini nærindis avstralska stórbýin Sydney í gjár.
Talan er um Ahmed al-Ahmed, ein 43 ára gamal grønmetiskeypmaður og pápi at tveimum børnum, skrivar Ritzau.
Á sjónbandaupptøkum av hendingini sær mann al-Ahmed sníkja seg yvir móti álopsmanninum. Hann fjalir seg aftanfyri ein bil, áðrenn hann rennur fram móti manninum og blakar seg eftir honum aftanífrá. Tað eydnast al-Ahmed at hála skotvápnið úr hondini á manninum.
Á upptøkunum sær mann eisini hin álopsmannin standa á einari brúgv og lata skot av, eftir at hin hevur mist vápn sítt.
Ahmed Al-Ahmed er innlagdur við skotsárum í tí eina arminum og hondini. Støða hansara er stabil, men hann skal undir fleiri skurðviðgerðir.
Ein innsavning á heimasíðuni Gofundme hevur uppá minni eitt eitt samdøgur savnað inn yvir eina millión avstralskar dollarar til hann. Tað svarar til góðar fýra milliónir í okkara krónum.
16 fólk lótu lív í álopinum, harav tann eini álopsmaðurin. Avstralska løgreglan sigur, at talan er um yvirgang móti jødum, sum vóru savnaðir at hátíðarhalda fyrsta dagin av hanukkah.
Les eisini: Álopsmenninir vóru faðir og sonur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald