Mentan

Avlýstu í Luux men Tvøroyrar klubbi hevði somu konsert dagin eftir

Ikki øll skeinkistøðini virða tilmælini, staðfestir Michael Boolsen, fúti

Privatar upptøkur, sum Dagur og vika hevur fingið fatur á (Mynd: Dagur og vika / KVF)

Privatar upptøkur, sum Dagur og vika hevur fingið fatur á (Mynd: Dagur og vika / KVF)

2021-01-26 11:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

“Sum sild í tunnu” vóru orðini sum vakthavandi á politistøðini í Havn segði sunnumorgunin, tá Portalurin ringdi at frætta okkurt úr døgnrapportini.

Skeinkistøðini vóru á tremur, men í Luux, sum heldur til í Klubbagarðinum í Havn, avlýstu tey eina konsert við Gulddreng og Janus Wiberg Mortensen, sum skuldi vera fríggjadagin. Orsøkin til avlýsingina var, at Luux ynskti at virða tilmælini. Tiltakið varð flutt í Reinsaríið, so tiltakið kundi vera við færri fólkum og undir skipaðum umstøðum.

Soleiðis var ikki í Tvøroyrar klubba leygardagin, har Gulddreng og Janus Wiberg Mortensen sambært Degi og viku høvdu somu konsert, sum skuldi vera í Luux dagin fyri. Hetta hóast tilmælini hjá myndugleikunum siga, at fleiri enn 20 fólk ikki eiga at vera savnað í veitslulagi.

- Fyri tað fyrsta tilmæla vit eina frástøðu upp á tveir metrar, og vit tilmæla eisini, at tað ikki eru fleiri enn 20 fólk savnað í óskipaðum bólkum, og har sær tað út til at vera óskipað, segði Michael Boolsen, fúti, tá Dagur og vika vísti honum upptøkur úr Tvøroyrar klubba.

Men konsert ella ikki. Tá løgreglan sigur, at tað var stúgvandi fult av fólki í býnum, so eru eisini onnur skeinkistøð, sum ikki hava virt tilmælini upp á 20 fólk, sum nærum tykjast ógjørlig at fylgja, um ein rekur barrvirksemi.

placeholder
placeholder