Avlýsa stóra konsert nærhendis Fields

Áhoyrararnir verða fluttir til Vanløse, har tey kunnu vera heintaði ella sjálv ferðast víðari

Royal Arena (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Royal Arena (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-07-03 21:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ætlanin var, at stór konsert við Harry Styles skuldi vera í Royal Arena í kvøld. Konsertin skuldi byrja klokkan 20 lokala tíð, og varð í fyrsta umfari útsett. Síðani varð konsertin avlýst, og fleiri túsund fólk skulu nú fraktast burtur.

Royal Arena liggur nakrar fáar hundrað metrar frá sølumiðstøðini Field, har ein skottilburður var í fyrr í kvøld. Løgreglan váttar, at fleiri eru deyð, og at ein 22 ára gamal dani er handtkin.

Konsertáhoyrararnir verða fluttir við Metro av Amager til Vanløse. Har kunnu teirra kæru koma eftir teimum ella tey sjálvi finna vegin heim.

Konsertin var annars útseld, og umleið 90 prosent av teimum 13.500 áhoyrarunum vóru møttir upp.

Løgreglan upplýsir at eitt sonevnt “manhunt” ella mannajakstran er í gongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder