Innanlands

Avlýsa eisini fleiri bygdaleiðir

Strandferðslan avlýsir fleiri bygdaleiðir í morgin, 2. páskadag.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-04-04 19:07 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Vánaligu veðurforsagnirnar eru orsøk til fleiri avlýsingar hjá strandferðsluni. Fyrr í dag varð boðað frá avlýsingum á Nólsoyarleiðini og Suðuroyarleiðini.

Nú boðar strandferðslan frá, at fleiri bygdaleiðir eisini eru avlýstar. Strandferðslan boðar frá, at fyri veður verður eingin koyring á fleiri bygdaleiðum í morgin, 2. páskadag.

Bygdaleiðirnar sum er avlýstar 2. páskadag eru hesar:

Leið 400: Klaksvík – Tórshavn  

Leið 410: Fuglafjørð – Gøtudal – Klaksvík

Leið 450: Skálafjørður – Kollafjørður  

Leið 500: Klaksvík – Viðareiði  

Leið 504: Klaksvík – Kunoy

Leið 506: Trøllanes - Syðradalur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder