Innanlands

Avhoyringar halda fram í dag

Enn er løgreglan ikki liðug at kanna eldin í Hornabø, men eingin illgruni er um, at eldurin var ásettur, upplýsir løgreglan

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-22 08:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan kannar framvegis eldin, sum kyknaði í einum sethúsum í Hornabø í Havn sunnukvøldið í farnu viku, men eingin illgruni er um, at eldurin varð ásettur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn við miðlarnar í morgun.

Allar avhoyringar eru ikki gjørdar enn, og skal ein persónur avhoyrast í dag. Talan er um ein av persónunum, sum var inni í bygninginum, tá eldur kom í.

Tað hevur verið uppá tal at fáa hjálp úr Danmark til kanningarnar, men tað verður ikki mett neyðugt enn, verður sagt av løgreglustøðini.

Sí eisini: Myndir: Stóri eldurin í Hornabø

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder