Uttanlands

Avbjóðingar í Esbjerg við el-bussum

Bussarnir hava trupulleikar við at klára 320 kilometrar fyri hvørja løðing, og tí hendir tað, at battaríini kunnu brenna út á ferðini

(Mynd: Esbjerg kommune)

(Mynd: Esbjerg kommune)

2022-02-22 12:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Síðan 12. desember hava allir býarbussarnir í danska býnum Esbjerg koyrt við ravmagni.

Men umhvørvisvinarliga loysnin í almennu ferðsluni hevur eisini skapt trupulleikar fyri tey ferðandi. Heilt nógvir borgarar hava á sosialum miðlum gjørt vart við, at teir ella børn teirra hava upplivað at verið noydd at fara úr bussinum og bíða eftir tí næsta fyri at koma víðari, tí at battaríini hava verið tóm og tí kundi bussurin ikki koyra víðari.

Sambært útrokningunum hjá kommununi fór nýggja bussskipanin at spara 70 prosent í koltvísúrnisútláti.

Men hóast veðurlagsvinarligu loysnina, so venda fleiri borgarar sær nú í ónøgd til felagið Tidebus, sum eigur el-bussarnar.

Stjórin í felagnum, Steen Rügge, harmast støðuna. Við TVSyd sigur hann, at tað hava verið avbjóðingar við rakstrinum.

Sambært bussstjóranum kann ein elbussur av teirra slag, koyra 350 kilometrar upp á eina løðing, men nakrar av rutunum í Esbjerg eru umleið 450 kilometrar.

Tí verður lagt soleiðis til rættis, at ein bussur skal setast til løðingar, tá hann hevur koyrt í mesta lagið 320 kilometrar. Men um ein bussur hevur brúkt nógvan streym á túrinum, eitt nú til upphiting, so kann tað gerast trupult at klára teir 320 kilometrarnar.

Bussstjórin lovar nú, at nýggir fult uppløddir bussar í størri mun verða settir inn á endastøðunum fyri at forða fyri, at bussarnir støðga upp mitt á ferðini, skrivar TVSyd.

Skal ein varðislig sammeting gerast við býarbussarnar í Havn til dømis, so koyrir Leið 1 hjá Bussleiðini – tann, sum koyrir millum Argjahamar og býlingin inni á Gøtu í Hoyvík frá klokkan 07.05 til kl. 22.51 – umleið 300 kilometrar um dagin. Í Føroyum skal sjálvandi leggjast upp fyri, at koyrt verður í brekkum, og ikki á slættlendi, sum gjørt verður á Esbjerg-leiðini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder