Innanlands

Ávara um nógv vatn á vegnum

Heitt varð á bilførarar um at koyra varliga á strekkinum frá rundkoyringini í Leirvík móti Norðoyatunlinum, men boðað verður nú frá, at trupulleikin er fyribils loystur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-13 14:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni er sera nógv vatn á vegastrekkinum frá rundkoyringini í Leirvík móti Norðoyatunlinum.

Tilbúgvingin í Eysturkommunu og løgreglan heita í hesum sambandi á bilførarar um at koyra varliga á hesum strekkinum.

Tað skrivaði løgreglan í fráboðan á Facebook fyri løtu síðani.

Dagføring kl. 16.02: Trupulleikin í Leirvík er fyribils loystur, og ferðslan koyrir aftur sum vanligt, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder