Innanlands

Av trygdarávum stillar Paludan upp á Sælandi

Stovnarin av Stram Kurs vildi annars stilla upp í Suðurjútlandi

2019-05-08 19:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Rasmus Paludan, stovnari og oddamaður av danska flokkinum Stram Kurs, hevur av trygdarávum avgjørt at stilla upp á Sælandi heldur enn í Suðurjútlandi.

- Valið er tikið av trygdarávum og orsaka av møguleikanum at flyta seg. Eg eri umringaður av lívvaktum, og sum floksleiðari er mest praktiskt at verða nær høvuðsstaðnum, sigur Rasmus Paludan við TV SYD.

Rasmus Paludan er ein maður við sera umstríddum meiningum, og hevur tí tørv á fleiri lívvaktum, sum skulu verja hann móti ágangi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder