2025-05-15 17:19

Í nógv ár hevur kirkjuráðið á Strondum søkt um at fáa automatiska klokkuringing til Sjóvar kirkju. Til fíggjarárið 2025 varð eisini søkt, og hesaferð varð tað játtað. Arbeiðið fór í gongd beinanvegin, og skipanin varð bíløgd frá Dansk Kirkeklokketeknik A/S.
Heimasíðan hjá Sjóvar kommunu skrivar, at týsdagin komu tveir mans frá Dansk Kirkeklokketeknik at seta skipanina upp. Arbeiðið hevur gingið avbera væl, og er nú um at vera liðugt.
Í gjár varð skipanin royndarkoyrd og kirkjuklokkan kundi tí hoyrast nakrar ferðir gjøgnum dagin.
Nýggja skipanin verður tikin í brúk í morgin, dýra biðidag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald