Amerikanski herurin framdi í gjár enn eitt álop á tríggjar bátar í eystara Kyrrahavi, sum vórðu mettir at vera smugglarabátar. Átta “narkoyvirgangsmenn” doyðu.
Í eini dagføring á X skrivar amerikanski herurin, at fregnartænastan hevur staðfest, at bátarnir ferðaðust eftir kendum narkosmuglaraleiðum.
Síðan fyrst í september hevur amerikanski herurin undir leiðslu av Pete Hegseth, krígsmálaráðharra, økt um átøkini móti smuglarabátum í Karibiska havinum og í eystara parti av Kyrrahavinum.
Hesa tíðina hevur verið skotið eftir minst 26 bátum, og minst 95 persónar hava latið lív.
USA hevur enn ikki almannakunngjørt prógv fyri, at dripnu persónarnir hava samband við narkotikasmugling, og heldurikki, at bátarnir hava brotið altjóða lóg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald